Tórshavnar kommuna fer at seta tiltøk í verk at steðga skjóttgangandi bátum at órógva fuglalívið eystan fyri Nólsoynna.
Á eystaru síðu á Nólsoynni verður nú helst bannað skjóttgangandi bátum at sigla tætt undir landi. Nólsoyarnevndin arbeiðir við eini kunngerð í løtuni, og eitt upplýsandi arbeiði verður eisini gjørt í hesum sambandi.
Nólsoy er ein av trimum økjum, sum er í uppskoti at gerast eitt sonevnt Ramsa-øki. Hetta eru økir, sum verða friðað í einum altjóða høpi. Fundur hevur fyri stuttum verið í Føroyum, sum í ár er komið upp í Ramsa samstarvið.
- Hetta hevur sjálvandi eisini týdning, men tað er í kapasitetinum sum verji hjá drunnhvítanum, at eg fyrst og fremst taki hesi stigini, til tess at verja fuglalívið í Nólsoy, segði Heðin Mortensen við Sosialin fríggjadagin.
Har varð víst á, at skjóttgangandi bátarnir, sum við 30-40 míla ferð fresa tætt framvið landi, ofta heilt inn í klettin, eru ein hóttan móti fuglalívinum.
- Har ætla vit fyrst og fremst at tosa við fólkini, sum hava við ferðavinnu at gera, og eg ivist onga løtu í, at vit finna eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við, segði Heðin Mortensen.
Hann segði víðari, at skulu bátarnir sigla so skjótt, má tað verða við einari ávísari fjarstøðu úr landi, og skulu teir inn í ymsar holur, má tað gerast við hampiligari ferð, so hetta ikki órógvar fuglin.
- Ber ikki til at tosa seg til rættis, so má landsstýriskvinnan upp í leikin og lóggeva á økinum, sigur Heðin Mortesen.