Skjúttarnir til reiðar til Oyl

Triðja og seinasta úttøkukappingin hjá bogaskjúttunum var um vikuskiftið

Bogaskjóting

 

Líkindini at skjóta vóru av teimum allar bestu á Svangaskarði. Við vóru 6 compound- og 12 recurveskjúttar.

Bogaskjótideildin hevði ásett minstu krøv til skjúttarnar, har teir í trimum kappingum skuldu megna kravið minst einaferð, samstundis sum tvær tær bestu kappingarnar samanlagt vóru grundarlag fyri kvalifisering.

Við á hvørjum liði kunnu verða í mesta lagi 6 skjúttar – fýra menn og tvær kvinnur.

Krøvini vóru: kvinnur recurve 850 stig, menn recurve 1000 stig, kvinnur compound 1100 stig og menn compound 1200 stig.

Undan kappingini høvdu seks skjúttar kvalificerað seg og í kappingini leygardagin vóru trý pláss eftir at dystast um. Av tí, at bert ein kvinna skjýtur í compound, var eingin at fylla plássið, ið eftir var. Eitt pláss var eftir til menn compound, menn recurve og kvinnur recurve.

Enn einaferð vórðu fleiri føroysk og persónlig met sett. Annika Vang setti nýtt met á 30 metrum í recurve við , og tað sama gjørdi Absalon Hansen.

Eftir triðju kappingina eru endaligu liðini úttikin, og eru tey hesi:

Recurve: Hans Petur Højgaard, Absalon Hansen, Rógvi Mohr, Eirikur í Jákupsstovu, Annika Vang og Jastrid M. Jensen.

Compound: Jógvan Niclasen, Per Holm Andersen, Schandorff Vang og Sigrid Vang.

Umframt skjúttarnar verða tveir hjálparar við á ferðini til Rhodos, teir eru Jógvan Magnus Andreasen úr Vágaskotum og Rakul Dam úr Tambar.