bogaskjóting
Sunnudagin varð 1. partur av úttøkukapping til Oyggjaleikalandsliðið í bogaskjóting.
Kappingin fór fram á Svangaskarði og kappast varð bæði í compound og recurve.
Úrslitini vóru sum heild góð. Per Holm Andersen setti nýtt met á 70 m teininum við at fáa 339 stig, og bæði Annlott og Bjarni Rasmussen settu persónlig met. Men í hinum endanum vóru eisini óhapp.
Jóannes Poulsen sleyt tveir kordelar í streinginum, so hann mátti
útskifta streingin. Ein nýggjur strongur er ongantíð heilt eins og gamli, so Jóannes mátti nýta nøkur skot at venja seg við nýggja siktið. Hetta kostaði honum nógv stig, so hann endaði nakað aftanfyri tað, hann annars átti.
Úrslitini av kappingini sunnudagin vóru:
Compound:
Per Holm Andersen 1315 stig
Schandorff Vang 1284 stig
Albert Dam 1279 stig
Jóannes Poulsen 1245 stig
Recurve:
Poul Martin Joensen 1098 stig
Annlott Rasmussen 1030 stig
Bjarni Rasmussen 988 stig
Seinna og endaliga umfarið av úttøkukappingini verður komandi vikuskifti.









