Tingwall: Skotini dundu á markini við Tingwall þingvøllr sunnumorgunin. Byrsuskjúttarnir siktaðu, skutu og raktu sum oftast.
Millum skjúttarnar vóru eisini føroyingar, sum vóru við í Oyggjaleikum fyri fyrstu ferð síðani 1993.
Vit hava onga breyt at venja hesa skjótingina á, og tí kunnu vit als ikki fyrireika okkum nóg væl til eina slíka kapping. Vit brúka Oyggjaleikirnar sum eitt slag av venjing og fyri at vita, hvussu vit eru fyri, segði Simmi Jacobsen, sum er leiðari hjá skjúttunum á ferðini til Hetlands.
Hann fylgdi spentur hvørjum skoti í kappingini sunnudagin, og hann fegnaðist tær løturnar, tá ið tað gekk væl.
Trupult at raka formin
Føroyingar høvdu lið við í tveimum skjótikappingum sunnudagin. Onnur kappingin var í trap, og har endaðu Kári Enghamar og Bogi Wardum numm ar 9 av 10 oyggjum, men inn ímillum gekk tað heilt væl hjá føroysku skjúttunum.
Vit mangla heilt einfalt venjing. Fyrr plagdi eg at raka omanfyri 20 dúgvur, men nú liggi eg millum 13 og 16. Tað er vónleyst at verða í góðari venjing, tá ið vit onga breyt hava at skjóta á, segði Bogi Wardum.
Regin Enghamar kláraði seg nakað betur. Hann byrjaði illa við 16 plettskotum, men kom síðani upp á 20 og 21.
Skjúttarnir í høvuðsstaðnum hava manglað skjótibreyt í fleiri enn 10 ár, men teir stríðast framhaldandi fyri at sleppa fram at onkrum øki. Og av og á skjóta teir á breytini hjá Sunda Byrsufelag
Gunnar og Marius Joensen vóru við í kappingini , sum teir kalla sporting, og teir endaðu sum nummar 10.