Skjúttarnir flyta

Bogaskjúttarnir, sum skulu royna seg á Oyggjaleikum, fáa nú at vita, at kappingin er flutt til Backeberg, sum liggur norðan fyri Mariehamn. Upprunaliga skuldi annars skjótast á Baltichallen, men nú er neyðugt, at tann vøllurin verður nýttur til fótbóltskappingina, siga fyrireikararnir.

Sagt verður annars, at talan er um frálíka breyt, sum lýkur øll altjóða krøv. Vart er móti vindi frá tveimum ættum, og umstøðurnar hjá áskoðarum eru góðar, stendur í tíðindabrævinum frá leikunum.