Bogaskjóting
Bogaskjótin telist millum tær greinar, sum eru komnar upp í føroysku oyggjaleikasøguna, eftir at fyrstu partarnir av hesari vórðu skrivaðir.
Fyrstu ferð at Føroyar tóku lut í bogaskjóting var á Álandi í 1991, og úrslitið ta ferðina varð eitt bronsumerki í recurve, sum Jan Rubeksen hevði við sær heimaftur.
Compound munaði
Á Isle of Wight gekk ikki eins væl, men á Gibraltar í 1995 kom broyting í. Skjótast kundi nú eisini í compund, og tað tóktist skjótt greitt, at hetta hóvaði føroyingum munandi betri.
Síðani hetta varð gjørt, hevur talan á hvørjum ári verið um fleiri heiðursmerki. Ringt er at taka nakran framum, men tað skerst tó ikki burtur, at hjúnini, Sigrid og Schandorff Vang, hava gingið aftur á hvørjum ári.
Tey bæði eru eisini við á liðnum í ár, men sjálv heldur Sigrid, at tað mest er av neyð hjá henni. Seinastu tíðina hevur hon nýtt nógva orku til skúlan, og tískil hevur hon ikki fingið gjørt eins nógv við venjingina. Hinvegin skal eitt konufólk vera við, um talan skal gerast um liðkapping í compound, og tá menninir aftur tykjast sera sterkir, helt Sigrid tað vera spell, um teir ikki sluppu at luttaka í hesari.
Í recurve hevur talan ikki verið um somu sigursgongd sum í compound, men føroyingar eru tó eisini við í hesum partinum. Spennandi verður at vita, hvørt hetta eisini kann gerast eitt øki, har føroyingar fara at seta seg á trúnuna komandi Oyggjaleikaárini.
Lítið er at ivast í, at bogaskjúttar okkara aftur í ár fara eftir metalli, og helst skal tað vera úr gulli. Eitt annað er so, um hetta eisini verður úrslitið tá avtornar, men hagtølini fyri bogaskjóting eru í øllum førum hugnaligur lesnaður.
Úrslit í bogaskjóting á Gotlandi ?99
Gull: Schandorff Vang Compound
Liðkapping Compund
Silvur: Per Holm Andersen Compund
Sigrid Vang Compound
Myndir:
Scandorff Vang
Sigrid K. Vang
Albert E. Dam
Per Holm Andersen
Poul Martin Joensen
Hans Petur Højgaard
Annlott Rasmussen
Bjarne Rasmussen