Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur nú sett ein arbeiðsbólk at uppstiga skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingar á Vinnuháskúlanum til bachelorstøði. Miðað verður ímóti, at útbúgvingarnar skulu verða trý ára útbúgvingar á bachelorstøði á Fróðskaparsetrinum og eftir ætlan verða fyrstu næmingarnir tiknir inn í august 2012.
Arbeiðsbólkurin skal gera uppskot um hvørjar lógir og kunngerðir skulu broytast, eitt nú um upptøkukrøv, avriksflutning og læraraførleikar og hann skal verða liðugur við sítt arbeiði á ólavsøku.
Í arbeiðsbólkinum eru Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, formaður, Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Vinnuháskúlanum, Jørgen Meitilberg, fulltrúi í Mentamálaráðnum og Niclas Hovgaard, fulltrúi í Mentamálaráðnum. Løgfrøðingur verður eisini knýttur at arbeiðinum
Eisini er settur ein tilvísingarbólkur, sum skal ráðgeva og hava kunnandi fundir við arbeiðsbólkin og í honum eru Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri á Skipaeftirlitinum, Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum og Hanus Kjølbro, deildarleiðari fyri sjóvinnuskúlan í Klaksvík.