Nósabarnaprixið fer nú fyri triðju ferð av bakkastokki, og tað munnu vera sera nógv born, sum gleða seg, eins og tey hava gjørt til undanfarnu kappingarnar.
- Tað sæst tíðiliga á øllum teimum fyrispurningunum sum vit dagliga fáa frá børnum, sum spent bíða eftir, nær tey kunnu byrja at tekna seg, siga Mark Joensen og James Olsen, sum skipa fyri tiltakinum.
Og nú er tíðin endiliga komin, at børnini kunnu byrja at tekna seg til kappingina. Tekningin fer fram í tíðarskeiðnum 31. august til 11. sepember.
Tá kunnu øll børn í aldrinum frá 7-14 ár tekna seg til á heimasíðuni, wwwbarnaprix.fo. Heimasíðan fer at virka frá 31.august. Á heimasíðuni eru eisini reglugerðir og kunning um hvussu kappingin ferð fram. Eisini ber til at tekna seg til á heimasíðuni hjá SMS, www.sms.fo og eitt link er eisini á heimasíðuni hjá høvuðsstuðlinum, Føroya Banka, www.foroyabanki.fo. Tað verða fleiri kappingar á nevndu heimasíðum, har tað ber til at vinna, eitt nú atgongumerkir til undanumførini og finaluna og gávukort frá Burger King, sum eins og SMS og Føroya Banki stuðla tiltakinum.
Tikin út við lutakasti
- Eitt sum vit hava tosað nógv um er, hvussu luttakararnir skulu veljast burturúr. Eitt nú hevði verið stuttligt um tað bar til at hava eina sokallaða ?audition? har børnini skulu stilla seg upp og syngja frammanfyri einum dómarapaneli, men hetta hava vit ikki orku til sum nú er. Eisini halda vit, at tað kanska leggur eitt ov stórt trýst á børnini.
- Hinvegin halda vit, at tað er rætt at geva øllum børnum í Føroym ein møguleika at luttaka. Tí fer luttøkan fram við lutakasti, tá ið tekningarfreistin er av. Men vit fara sjálvandi at tosa eitt álvarsorð við tey børnini, sum tekna seg til kappinina og foreldur teirra, fyri at tryggja at tey eru seriøs, og at tey hava fingið loyvi frá foreldrunum, siga teir báðir.
Løgini, ið børnini hesaferð kunnu velja at synga, verða útvald løg, okkurt um 200 í tali.Tað ber til at siggja og heinta niður eitt yvirlit á áðurnevndu heimasíðum.
Hin skemtiligi Kári Sólstein, sum vit kenna frá barnasendingunum hjá Úvarpi Føroya og sendingini, Barometrinum, verður vertur á Nósabarnaprixnum í ár. Eisini verður okkurt óvæntað undirhald á skránni.
Aftur í ár verður fløga givin út, og á henni verða nummar eitt, tvey og trý í finaluni, umframt tann besti tvey-arin í undanumførunum.
Nummar eitt í finaluumfarinum fær 10.000 krónur, og nummar tvey og trý fáa eitt gott gávukort frá Burger King, og okkurt gott frá høvuðsstuðlinum av Nósabarnaprix 2004, Føroya Banka.