FLOGBÓLTUR
Tað var væntandi, at fyrsti dysturin hjá manslandsliðnum í flogbólti fór at enda við sigri, tí fyrr hava ikki verið trupulleikar av liðnum hjá Guernsey, ið ikki rættiliga røkkur upp til dygdirnar, føroyski flogbólturin hevur.
So var eisini í gjár, tá tað serliga í teimum báðum fyrstu settunum var stórur munur á. Fyrst og fremst vóru tað servurnar, ið sótu øgiliga væl, og tey bæði fyrstu settini var nóg illa nøkur duell í opna spælinum.
Tað vísti seg at vera trupult hjá Guernsey at fáa móttøkurnar at rigga, tí føroysku servurnar vóru harðar, presisar og varieraðar. Onkur servuess vóru uppií, men sum oftast fingu teir hjá Guernsey tikið ímóti, men bara ikki spælt bóltin nóg væl víðari.
Eftir at hava lagt seg á odda 2-0, við settúrslitunum 25-11 og 25-10, tóktist føroyska liðið falla í vanligu felluna, tí teir spældu í triðja setti, sum høvdu teir longu vunnið dystin. Tað gjørdi, at menn ikki vóru nóg neyvir, og heldur ikki eydnaðist at leggja sama servutrýstið á.
Kortini var ongantíð vandi á ferð, og hóast Guernsey slapp at kløkka eitt sindur ta einu løtuna, varð setti tikið og sigurin vunnin. Fult uppiborið, tí føroyska liðið fekk skjóta spælið at koyra væl í fyrstu settunum, og tá triðja settið skuldi takast, eydnaðist eisini at fáa ferðina uppaftur.
Hóast mótstøðan í løtum kendist í so lítil, mundi tað koma væl við hjá føroysku flogbóltsmonnunum, at teir í friði og náðum kundu fáa roynt sítt egna spæl, og tað eydnaðist so mikið væl, at teir helst eru betur fyrireikaðir, tá mótstøðan fer at gerast sterkari í komandi dystum.