Gongst sum ætlað, verður kommunulæknaskipanin í Suðuroy umløgd tann 1. oktober.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Tá er ætlanin, at Suðuroy skal knýtast upp í kommunulæknatænastuna, sum eisini umfatar restina av landinum, uttan Sandoy, Skúvoy og Dímum, sambært heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.
Tað merkir, at fáa suðuroyingar brúk fyri læknahjálp uttanfyri vanliga viðtalitíð, skulu eisini teir ringja til 1870.
Tað verður so kommunulæknavaktin á Landssjúkrahúsinum, sum svarar telefonini og avgreiðir sjúklingin.
So stendur tað til læknavaktina at gera av, um sjúklingurin kann avgreiðast umvegis telefonina.
Kann hann ikki tað, verður sjúklingurin vístur til Suðuroyar Sjúkrahús, har ein læknavakt við yngri læknum tekur ímóti sjúklinginum.
Men ber ikki til at fáa sjúklingin á sjúkrahúsið, verður ringt eftir einum kommunulækna, sum hevur bakvakt og sum verður klárur at rykkja út.
Bjarga Suðuroy
Hetta er ein skipan, sum semja varð fyrr í ár um at seta í verk fyri at bjarga kommunulæknaskipanini í Suðuroynni.
Sum støðan er nú, hava teir so nógvar vaktir, uttanfyri vanliga viðtalitíð, at tað minkar alvorliga um hugin at søkja starvið sum kommunlækni í Suðuroy, tí ongin vil vera kommunulækni undir slíkum umstøðum.
Nýggja skipanin fer at føra við sær, at kommunulæknin, sum hevur vakt fer at verða munandi minni órógvaður aftaná vanliga viðtalutíð, enn hann verður nú.
Tveir yngri læknar í Suðuroy
Nú er ein vakt av yngri læknum skipað á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað er gjørt eftir avtaluni, sum varð gjørd ímillum sjúkrahúsið, kommunulæknarnar og Heilsumálaráðið fyrr í ár.
Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, var avtalan gjørd fyri at bjarga kommunulæknaskipanini í oynni.
Tað eru vikarar, sum eru settir fyribils, Arnold Olavson Jensen og Rógvi Rasmussen.
Ein av uppgávunum hjá teimum verður at uttanfyri vanliga viðtalitíð, skulu teir vera virka forvakt í nýggju kommunulæknaskipanini, sum verður skipað í Suðuroy í næstu framtíð
Teir sjúklingar, sum læknavaktin á telefonnummarið 1870, ikki kann avgreiða umvegis telefon, verða vístir til hesa forvaktina. Hetta fer at avlasta kommunulæknarnar munandi, tí nú fáa teir bara sjúklingar at taka sær av, sum læknavaktin ikki kann avgreiða umvegis telefonina og sum heldur ikki eru førir fyri at fara á Suðuroyar Sjúkrahús til forvaktina av yngri læknum.










