Skjótt sjey milliardir fólk á jørðini

Í 1999 fór fólkatalið í heiminum upp um seks milliardir, og í hesum árinum fer tað at toga í sjey milliardir, sigur ST. Fólkatalið í heiminum er vaksið sera skjótt tey seinastu 300 árini. Í 1800 búðu ein milliard fólk á jørðini, og sambært professaranum David Bloom fer talið upp um 10 milliardir um 90 ár.

David Bloom skrivar í einum vísindatíðarriti, at tað veksandi fólkatalið fer at elva til trupulleikar í fleiri av menningarlondunum, og at stórur tørvur verður á eitt nú mati, vatni og orku. Professarin vísir á, at yvirhøvur hava menningarlondini avmarkað náttúrutilfeingi, og tað ger støðu teirra so mikið truplari, sigur hann.

Harafturat fer tað veksandi fólkatalið at ávirka eitt nú búskapar- og trygdarviðurskifti.