Skjótt siglandi um Norðpólin

Ísurin kring Norðpólin minkar í hvørjum, og tey stóru reiðaríini ætla sær at brúka farleiðina tann vegin, tí har er nógv at vinna.

Farmaskip, sum sigla upp á amerikonsku vesturstrondina ella havnir í Norðurasia, fara at spara umleið 40 prosent í siglitíð, um tey kunnu sigla ígjøgnum Pólhavið heldur enn at noyðast ígjøgnum Suezveitina ella Panamaveitina sum nú. Tað fer at gera, at reiðaríini kunnu spara umleið eina millión krónur fyri hvørt skip hvønn túr.

Kanadiskir granskarar halda, at tað verður siglandi ígjøgnum Pólhavið longu innan 2030, og í norska reiðarafelagnum eru menn longu farnir at fyrireika seg til tær broyttu umstøðurnar.

Lars Almklov, sum er stjóri á uttanríkisdeildini hjá norska reiðarafelagnum, sigur við Aftenposten, at Norðurnoreg kann fáa stóran týdning, tá altjóða skipaferðslan verður umskipað. Eitt nú er tað væl hugsandi, at vanlig farmaskip fara at leggja at í Norðurnoregi at umskipa farm umborð á skip, sum eru bygd til sigling á leiðum, har ísurin kann vera. Harafturat skulu hesi skipini hava olju, proviant og annað, og tí kann Norðurnoreg fáa nógv burtur úr broyttu farleiðini, sigur Lars Almklov. Hann mælir norskum politikarum at fara undir fyrireikingarnar longu nú.

-Vit skulu hugsa stórt, sigur stjórin á uttanríkisdeildini hjá reiðarafelagnum og vísir á, at øll tey stóru reiðaríini fyrireika seg til broyttu umstøðurnar.