Skjótt rundkoyring

Í nærmastu framtíð verður farið undir at gera rundkoyring við inngongdina til Argir

ARGIR

Tekniska nevnd hjá Tórshavnar býráð hevur tikið við einum tilboði áljóðandi 835.000 kr. fyri at gera eina rundkoyring við einastu vegainngongdina til Argir.
Hetta upplýsir Sjúrður Olsen, formaður fyri Teknisku nevnd.
Rundkoyring fer at liggja millum Dr. Dahlsgøtu og Hospitalsvegin.
Farið verður undir arbeiðið sum skjótast, og helst verður rundkoyringin eisini liðug í fyrsta parti av komandi ári.
Rundkoyringar eru vorðnar fastir partar av høvuðsstaðnum og aðrastaðni við. Rundkoyringar leiða ferðsluna væl og eru góðar fyri trygdina. Ætlanir eru frammi um fleiri aðrar rundkoyringar í høvuðsstaðnum. Millum annað eina í sambandi við útvíðkanina av ringvegnum til eisini at umfata tann sokallaða Glyvursvegin.