Skjótt liggja fleiri lemmatrolarar

Ein ísfiskatúr herfyri bunkraði ein lemmatrolari fyri 250.000 krónur í olju. Í tíggju dagar fiskaði skipið 140.000 pund av fiski, sum teir seldu fyri 350.000 krónur Skiparin, sum Sosialurin tosaði við herfyri, sigur, at hóast hetta ikki var nakar bummtúrur í veiðinøgd, hongur ein slíkur ísfiskatúrur slett ikki saman.

- Vit eru 9-10 mans við hvørjum lemmatrolara, og tá olja og aðrar útreiðslur eru goldnar, og manningin hevur fingið sítt, er einki eftir til skipið.

Skiparin, vit tosaðu við, førir ein av teimum smærru lemmatrolarunum.

- Okkara skip hevur ikki so stóra maskinorku, og tí hava vit fyri tað mesta ligið á upsanum.

Teir størru lemmatrolararnir brúka umleið 6.000 litrar av olju um samdøgnið - og teir smærru einar 5.000 litrar.

Skiparin heldur, at ein møguleiki fyri frægari rakstri er, at fiskiveiðimyndugleikarnir geva loyvi til partrol, sum var frammi herfyri.

Alt bendir á, at tveir lemmatrolarar kundu spart einar 4.000 litrar av olju um samdøgnið, um teir sluppu at partrola.

Tað eru neyvan allir, sum í fyrstu syfti høvdu vilja lagt um til partrol, tí hesi skip - og skiparar - hava ikki traditión fyri partroli.

- Aðrir høvdu verið kroystir til at gjørt hesa royndina fyri at vita, hvussu úrslitið verður. Hetta hevði verið eitt val millum lív ella deyð hjá fleiri av hesum skipum, segði hann.

Longu nú frættist, at fleiri lemmatrolarar liggja, tí tað loysir seg ikki at fara til fiskiskap.

Sum skilst, er tað serliga Suðuroyggin, sum hevur fleiri lemmatrolarar, ið verður rakt, um útlit ikki verða til betri rakstur.

Lesið eisini greinina á Portalinum um hækkandi oljuprísir.