Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn

Ein italsk matstova, ein døgurðamatstova, ein smyribreyðsbúð og ein suppugarður

Í mars lata fýra nýggj matstøð upp í Havn. Tað er Gist & Vist, ið letur hesi matstøðini upp. Talan er um tvey spildurnýggj, meðan tvey teirra er ein tvíning av einum gomlum kenningi.

 

Ein italsk matstova upp í Skeiva Pakkhúsi. Henry Samuelsen, nýggi høvuðkokkurin í Skeiva Pakkhúsi sigur, at fólk kunnu gleða seg til eitt nú heimagjørt pasta, risotto, burrata, antipasto og aðrar eyðkendar italskar rættir. 

 

- Alt gjørt úr góðum føroyskum rávørum: fiski, skeljadjórum, grønmeti og urtum. Og hvør veit, kanska sníkir ein pitsa seg inn í matskránna av og á.

 

 

Nýtt døgurðastað á Vestara Bryggju

 

Í Silo á Vestara Bryggju fer matstovan Verkamatur at lata upp. Har verður borðreitt við døgurða á middegi.

 

Reynhold Madsen og Tina Joensen standa fyri nýggju matstovuni. Tey hava arbeitt saman í skjótt 20 ár og flutt fleiri hundrað døgurðar um skivuna hvørja viku.

 

- Í løtuni verða stólar og borð pakkað út og teir seinastu snøklarnir orðnaðir. Og í næstum er klárt at taka grýtur og pannur fram og bjóða fólki til døgurða hjá Verkamati, siga tey.

 

 

- Ein perla verður til tvær

 

Smyrjibreyðsbúðin, sum er í Steinatúni, hevur verið stongd í eina tíð. Men nú er hendan matstovan farin í tvíningar. Stigtakararnir siga, at ein perla verður til tvær. 

 

Fyrra matstaðið eitur Bitin og kemur at minna um gomlu Smyrjibreyðsbúðina. Umframt smyrjibreyðið vera eisini eitt nú heitar tartelettir og ein sonevnd Buddaskál og annað eisini at fáa. Ein sildaplattur og fleiri sløg av snapsi vera eisini at fáa, og heimskenda lagkøkan hjá Frants Restorff er framvegis er á lepanum.

 

 

Ramen í Suppugarðinum

 

Seinna staðið - ella perlan, sum tey kalla tað - í sama bygningi eitur Suppugarðurin og hevur útgangsstøði í japansku suppuni ramen. Suppugarðurin hevur egna inngongd, egnar upplatingartíðir og sín egna matarlepa.

 

- Vit hava ikki brúkt bakgarðin hjá okkum, men nú er hann umskapaður til eitt rátt, chill out-stað, har tú kanst fáa tær ein støðg frá meldrinum og njóta heita suppu ella ein kaldan drykk, siga Anja og Súsanna, stigtakarar.