Bretska stjórnin og heimastýrisstjórnin í Skotlandi eru komnar væl ávegis við samráðingunum um reglurnar fyri fólkaatkvøðuni, sum skal gera av, um Skotland skal loysa frá hinum partinum av Bretlandi ella ikki.
Michael Moore, sum er ráðharri í skotskum viðurskiftum, og skotski varastjórnarleiðarin, Nicola Sturgeon, siga í einari felags fráboðan, at semja er um tey flestu viðurskiftini í sambandi við fólkaatkvøðuna, og at bara okkurt smávegis er eftir.
Sambært BBC er ætlanin, at skotski fyrstiráðharrin, Alex Salmond (myndin), og David Cameron, forsætisráðharri, skulu skriva undir semjuna mánadagin.
Fólkaatkvøðan um skotska loysing verður í seinasta lagi í 2014.