Nú yvir eitt ár er liðið síðan ógvusliga fíggjarkreppan loypti hvøkk á allan heimin, er ómetaliga nógv hent innan altjóða bilaídnaðin.
Sølan av bilum steðgaði so at siga upp, og gigantiskar bilkonsernir syndraðust, bilmerkir skiftu eigara, og nøkur fingu mønustingin.
Tað sær tó ikki út til at bilaídnaðurin hevur mist mótið. Í fjør vórðu fleiri stórar bilframsýningar avlýstar, men í ár eru allar tær vanligu framsýningar við aftur, og nógvar nýggjheitir verða presenteraðar.
Í blaðnum hava vit frásøgnir frá bilaframsýningini Biler i Bella á Bellasentrinum. Hóast tann framsýningin ikki er av teimum størstu í altjóða høpi, vóru fleiri nýggjheitir sýndar fram eins og bilar, sum verða drivnir av alternativari orku.