Skjótt fáa vit karm

Tað vóru stórtíðindi sum bórust í Degi og Viku, týskvøldið tann 30. mars. »Tjóðveldi fer at leggja fram sítt egna uppskot um fíggjarkarm,« ljóðaði úr sjónvarpshátalarum um alt landið.

Tíðin var farin, tá Tjóðveldi bara grenjaði og vísti sítt máttloysi. Nú skuldu aðrir bollar í suppuna. Alternativi fíggjarkarmurin var á veg.
Eina slíka løtu fert tú at hugsa um, hvat man fara at standa í hesum lovaða karminum. Øll uppskotini, sum flokkurin hevur lagt fram á ting, fara sjálvandi at síggjast aftur, og fram um alt, so fáa vit endiliga ein forsmakk av, hvussu ein fíggjarlóg við ongum, ella minkandi blokkstuðli fer at síggja út. Harumframt bleiv sagt í innslagnum, at flokkurin ætlar ikki at hækka skattin.
Sera spennandi!
Men tíðin gongur, og enn hevur eingin borið eyga við fráboðaða karmin.
Tá fíggjarkarmurin hjá landsstýrinum varð lagdur fram, dagin eftir sjónvarpaðu fráboðanina, vóru helst mong sum roknaðu við, at nú fór karmurin at koma, men har hendi einki. So bleiv bíðað til uppskotið hjá landsstýrinum kom til fyrstu viðgerð, men tá hendi heldur einki.
Nú eru fýra vikur farnar, og enn sæst einki til henda gandakenda karmin, har blokkurin minkar og skatturin ikki hækkar, samtíðis sum meira verður latið til vælferðartænasturnar, meðan undirskotið ikki veksur. Hetta ljóðar so spennandi, at tað er ikki løgið, at fólk eru ótolin.
Formaðurin í Tjóðveldi var í tí skemtiliga lagnum hatta kvøldið í mars. Millum annað segði hann: »Eg havi roknað við at henda samgongan situr til drotningavitjanin hevur verið, tí at tað er mest forfeingiligheit, sum drívur flokkarnar, og tað at teir sleppa í fjølmiðlarnar.«
Nú veit eg ikki, hvør er spentastur at sleppa í fjølmiðlarnar, men løgið er tað, at ein floksformaður sleppur í sjónvarpsstovuna at boða frá einum ósjónligum karmi, og at eingin fjølmiðil setur spurnartekin við, hvar karmurin blívur av.
Eg fari tí at spyrja: Nær sleppa vit at síggja karmin?