Skjótt fáa tey seinastu 4G LTE

Tá Føroya Tele í dag tendraði fyri 4G netinum hjá vágafólki og teimum í Norðstreymi, høvdu 92 prosent av føroyska fólkinum nú atgongd til 4G net frá Føroya Tele.

 

Í dag fingu kollfirðingar, miðvingar, kvívíkingar, eiðisfólk og porkeringar og onnur atgongd til 4G LTE á nýggja fartelefonnetinum hjá Føroya Tele. 

 

Føroya Tele sigur, at heilt skjótt fáa seinastu átta prosentini eisini atgongd.