Tað eru seks tilboð upp á stóra umvælingararbeiðið av høllini á Hálsi. Tórshavnar kommuna skrivar á sínari heimasíðu, at tilboðini eru beint undir metingini. Skiftirúmini skulu høvuðsumvælast. Skiftingarskúrðar verða settir upp á økinum, meðan tað verður arbeitt.
ÁTS hevur lægsta tilboðið. Fyritøkan hevur bjóðað seg fram at umvæla fyri gott og væl 6,1 milliónir krónur. Húsavarðatænastan hevði hægsta tilboðið, áljóðandi 6,6 milliónir krónur.
Tilmæli verður nú gjørt klárt til politiska viðgerð. Arbeiðið byrjar ætlandi tann 1. mars 2011.