Í Skálavík síggja tey stórt í ferðavinnu og ferðafólki, og her hava tey á ongan hátt mist mótið, tó at Hotel Skálavík læt aftur, og nú í staðin er vælvirkandi eftirskúli. Í løtuni byggir Café Mølin 10 stór kømur, sum tey fara at leiga út, og arbeitt verður eisini við at skapa nýggjar og góðar kampingmøguleikar í Skálavík.
Martin Kúrberg, sum saman við konu síni, Herthu Kúrberg, bygdi upp og rak kampingplássið á Mølini á Eiði í nøkur ár, hevur saman við familju síni sett búgv í Skálavík. Borgarstjórin, Linjohn Christiansen, sum altíð er positivur, tá konstruktiv ting eru á tapetinum, sá skjótt ein møguleika við nýggju tilflytarunum av Eiði.
Úrslitið er, at Skálavíkar kommuna nú er í holt við eina verkætlan, ið kemur at bjóða fólki, sum ynskja at ferðast við kampingvogni, bestu umstøður í bygdini. Hjúnini, Martin og Hertha, skulu standa fyri rakstrinum av kampingplássinum.
- Vit arbeiða síðuleypandi við tveimum verkætlanum. Fyrra ætlanin, sum nú er í gongd, er ein minni verkætlan, sum ger tað møguligt at taka í brúk tey fyrstu 22 kampingplássini í mai/ juni mánaði í ár, um alt gongur væl, sigur Martin Kúrberg og vísir á, at samstundis, sum minna verkætlanin nú er í gongd, verður eisini arbeitt við einari størri ætlan, har pláss verður fyri nógv fleiri vognum.
Í heyst - ella sama vikuskiftið, sum ovastevna verður - ætla hjúnini at skipa fyri einum stórum kampingtiltaki í Skálavík. Í umhvørvinum niðri í bygdini er stórt lendi, og grasvøllurin er rímiliga harður og tískil eisini vælegnaður til kamping.
Í samband við ætlaða kampingtiltakið í heyst hevur Martin Kúrberg longu vent sær til bæði Ørvaroddar og onkrar tónleikarar um at koma suður júst hetta vikuskiftið at grilla og undirhalda, og málið hjá hjúnunum er, at tá skulu tey kunna taka ímóti umleið 50 kampingvognum.
Bæði Martin og Hertha eru ógvuliga spent upp á teir møguleikar, sum nú verða skaptir í Skálavík við kamping.
- Bæði konan og eg elska hetta umhvørvi, sum hevur givið okkum báðum so nógv og góð sambond og vinaløg, bæði her heima og uttanlands. Nú vit hava fingið høvi at bygt okkara egnu hús í Skálavík, vilja vit gjarna verða við til at skapa hesar umstøður í bygdini, sigur Martin Kúrberg.
##med2##
Skálavíkar kommuna hevur júst bygt uppí undirhúsið, og her eru nýggj wc og góðir brúsumøguleikar - eisini til fólk við avbjóðingum. Ætlanin er eisini, at umstøður skulu gerast til bæði klædnavask og turking av klæðum.
Martin Kúrberg sigur, at við í fyrsta parti av verkætlanini verða eisini tveir hitapottar.
- Í Skálavík er eitt fantastiskt umhvørvi. Her er reint, nossligt og náttúruvakurt, og bygdin er eitt paradís hjá familjum við børnum. Tey eru mong, sum spyrja um kamping í Skálavík, eftir at vit hesi árini hava rikið kampingplássið á Eiði, og eg havi varhugan av, at tey eisini eru mong, sum “fylgja” við okkum til Skálavíkar, tá vit verða klár at taka ímóti, leggur hann aftrat.