Skjótingin vaknað úr dvala

Oyggjaleikir 2005: Eftir ein steðg uppá tólv ár fara føroyingar aftur at luttaka í skjóting í ár. Seinast vit luttóku var í 1993, tá Føroyar fekk eitt bronsumerki

Øll tey fyrstu árini var skjóting ein fastur táttur av føroyska íkastinum til Oyggjaleikirnar. Men síðan 1993 hevur Føroyar ikki luttikið í greinini skjóting.
Orsøkin er ein ósemja við bóndan í Hoyvík um skjótibreytina hjá Byrsumúla, og eingin endalig avtala er fingin í lag við myndugleikarnar, sum kann tryggja ítróttini nóg góðar umstøður framyvir.
Tískil hevur skjótibreytin, sum liggur niðanfyri Sandvíkahjalla, ligið still í góð tíggju ár. Skjótifelagið Byrsumúli í Havn hevur tí onga breyt at venja á í løtuni. Tað hevur eisini havt avleiðingar fyri teir, sum íðka hesa ítróttargrein í Føroyum, nú teir ikki hava umstøðurnar til venjing. Felagið Byrsumúli hevur annars 25 ár á baki.

Sundamenn tikið táttin upp
Men ein skjótibreyt er á Norðskála, og har hava nakrir ungir menn tikið skjótingina uppaftur, og teir fara vit at síggja aftur á hesum Oyggjaleikunum.
Í 1993 fekk Finn Ludvig eitt bronsumerki í trap, og tað er einasta heiðursmerki, ið skjúttarnir hava fingið í oyggjaleikahøpi.
Simme Jacobsen fer við sum ferðaleiðari, og hann heldur, at tað er ein møguleiki fyri einum heiðursmerki til onkran av teimum føroysku íðkarunum.

Nýggj breyt í Hetlandi
Hetlendingar hava júst fingið eina nýggja breyt, og í hesum sambandi vóru føroyingar og royndu breytina í apríl.
Magni Dam vann ta kappingina, men tað liggur ikki fyri hjá honum at taka lut í ár. Marius Joensen gjørdist nummar tvey, og hann verður við á Hetlandi.
Simme sigur, at tað er ein stórur trupulleiki hjá teimum, at teir ikki fáa vant í Havn. Breytin hevur ikki verið nýtt í eini ellivu ár, men teir koyra av og á norð til Norðskála at venja.

Ungir og gamlir
Við í ferðalagnum verða seks skjúttar umframt Simma, ið verður ferðaleiðari. Regin Enghamar og Bogi Wardum úr Byrsumúla eru tveir royndir menn í hesum høpi, og teir fara at luttaka í trap.
Marius Joensen og Rúni Debes, báðir úr Sunda Byrsufelag, fara at luttaka í skeet. Gunnar Joensen og Eirikur Elisson, somuleiðis úr Sunda Byrsufelag, fara at royna seg í greinini sporting.
Allir luttakararnir úr Sunda Byrsufelag eru yngri enn 30 ár, og vónandi fara teir at føra føroysku skjótingina víðari í oyggjaleikahøpi.
- Tað ræður um at halda høvdið kalt. Tað gjørdi Finn Ludvig, tá hann í 93´ vann bronsu eftir umskjóting, sigur Simme, ið hevur vónir um, at ein maður sum Marius Joensen møguliga kann gera seg galdandi.
Simme vónar, at felagið Byrsumúli kann fáa gongd á aftur skjótingina í Føroyum nakað skjótt, og at ein galdandi avtala kann fáast í lag við myndugleikarnar sum skjótast, so at skjótingin ikki dettur niðurfyri.