Skjóting í skúla í USA

Amerikanskar sjónvarpsstøðir siga, at trý fólk eru særd av skotum hjá Lone Star College í statinum Texas í kvøld.

Blaðið Houston Chronicle skrivar, at løgreglan hevur fingið boð um, at fleiri fólk eru særd.

-Vit vita, at onkur hevur skotið, men vit hava sent fólk at kanna økið. Men støðan er sera ógreið, sigur ein talsmaður fyri Lone Star College við fjølmiðlarnar.

Tað er ikki greitt, um tey særdu eru næmingar e ella hava annað tilknýti til skúlan, skrivar AP.