Skjóting í norskum skúla

Ein 9 ára gamal drongur hevur skotið tvey skot við høglbyrsu inni í einum skúlagarði í Norðurnoregi Tað eydnaðist lærarunum í skúlanum at fáa byrsuna av dronginum. Tá hevði drongurin latið tvey skot av, men hann rakti kortini ongan.

Løgreglan í Harstad sigur, at tað var ein annar næmingur í skúlanum, sum boðaði frá, at ein skúlafelagi gekk við byrsu.

Enn dugir løgreglan ikki at siga, hví drongurin, sum gekk í 3. flokki, kom í skúla við byrsu í morgun.

Umleið 300 børn í 1. til 7. flokki ganga í skúlanum, sum er nærhendis býnum Harstad.