Skjóting í Malmø í kvøld

Tveir mans, 18 og 29 ára gamlir, eru skotnir og dripnir, og fýra onnur fólk eru særd av skotum í svenska býnum Malmø í kvøld.

Skjóting í svenska býnum Malmø í kvøld hevur kostað tveimum monnum lívið, annar 18 ára gamal og hin 29 ára gamal. Tað upplýsir svenska løgreglan nú um midnáttarleitið.

 

Umframt teir dripnu, eru fýra onnur fólk flutt á sjúkrahús við skotsárum, men løgreglan hevur higartil einki sagt um, hvussu støðan hjá teimum særdu er.

 

Skjótingin byrjaði við eina internet kafé um 20-tíðina lokala tíð í kvøld, og framhaldandi eru nógv løgreglufólk á staðnum. Svenska ávísin Expressen sigur sambært vitnum, at nógv skot vórðu latin av.

 

Eitt av vitnunum segði seg fyrst hoyra eini 12-15 skot, og tá viðkomandi læt altanhurðina upp og hoyrdi skríggj, gjørdist greitt, at talan var um fólk, sum vóru rakt av skotum.

 

- Tað ljóðaði sum sjálvvirkandi vápn, tí røðin av skotum helmaði ikki í. Tá eg hoyrdi skríggini, ringdi eg til løgregluna, og tey vóru skjót á staðnum, sigur vitnið við Expressen.

 

Svensku myndugleikarnir siga lítið um skottilburðin. Tey royna at sissa fólk og biðja tey ikki vera óttafull, tí tey eru sannførd um, at talan er ikki um yvirgang. Løgreglan ásannar kortini, at eingin ávísur er undir illgruna í løtuni.

 

- Beint nú snýr tað seg um at steingja gøtur og tosa við vitni, sigur talsmaðurin hjá svensku løgregluni í Malmø, Stephan Söderholm.