Í minsta lagi trý fólk doyðu, tá ein vápnaður maður gjørdist frá sær sjálvum og fór at skjóta eftir fólki á motorvegnum við býin Orange, sum er sunnan fyri Los Angeles. Aftaná skjeyt hann seg sjálvan.
Frammanundan hevði maðurin tikið fleiri bilar frá fólki við at noyða førararnar úr teimum. Sum skilst doyðu tríggir bilførarar, og fimm vórðu særdir.
-Vit tosa um trý dráp og fimm drápsroyndir, og vit kanna nú, hví maðurin gjørdi hetta, sigur talsmaðurin hjá løgregluni í Orange County.
Løgreglan sigur, at byrsumaðurin var 20 ára gamal.