Skjøtil settur á ítróttahøll

Seinnapartin í dag loystu borgarstjórin, Heðin Mortensen, og formaðurin í mentamálanevndini, Jógvan Arge, fyrsta flagið fyri nýggju ítróttahøllini hjá Neistanum. Til staðar vóru Kjartan Thomassen og Sólvá Vang fyri Neistan og Jón Danielsen stjóri í Articon.

Vegna hallarbólkin hjá Neistanum bjóðaði Vagnur Michelsen væl komin og hugleiddi um hølisviðurskifti hjá innanduraítróttini í Havn. Fyri Neistan hevur Vagnur í mong ár skipað fyri tiltøkunum Aftur í sekstiárini í ítróttarhøllini á Hálsi.

Hallarbólkurin hjá Neistanum spýtir átta milliónir í verkætlanina, meðan Tórshavnar býráð stuðlar við einum triðingi av kostnaðinum, umframt grundstykkinum sum verður latið til leigu eini 30-40 ár fyri numeriska upphædd. Roknað verður við einum samlaðum kostnaði á umleið 21-22 milliónir krónur.

- Um alt gongur optimalt vóna vit, at høllin kann standa liðug í 2011, sigur Vagnur Mikkelsen.

Vagnur Mikkelsen, Jógvan Arge og Heðin Mortensen fegnaðust allir um, at spakin nú er settur í og vónaðu og væntaðu, at nýggja høllin fer at verða til gagns fyri allan býin.

Beint eftir at fyrsta flagið var loyst úti við Landavegin, fluttu maskinur hjá Articon inn á økið.