Skjótibreytin yvirtikin

Tað hevur verið meira reglan enn undantakið, at manglar hava verið í fyrireikingunum til ymsu kappingarnar her á Rhodos.

Hjá leirdúgvuskjúttunum var tó heilt galið, og her hava liðini sjálvi tikið avleiðingarnar. Við komandi vertstjóðini – Álandi – á odda hava luttakandi londini yvirtikið stóran part av arbeiðinum við kappingini. Og sum skilst, so gongur hendan nú eisini munandi betri, enn hon gjørdi fyrstu dagarnar.