Hans Albert Hansen
Hoyvík
Valevni Sambandfloksins
www.hansalbert.com
Sera umráðandi er at fáa gongd aftur á leirdúgvuskjótingina í Havn. Sjálvandi eiga vit í høvuðsstaðnum at hava slíkar møguleikar.
Veiðifelagið Byrsumúli hevur í skjótt 10 ár verðið forðað í at framt skjótivenjingar og skjótikappingar í Sandvíkum. Hesi viðurskifti mugu fáast í rættlag sum skjótast.
Tá hugsað verður um trygd í samband við veiðu í Føroyum, hevur eitt slíkt skjótifelag góðar møguleikar at hava skjóti- og trygdarskeið. Slík skeið áttu at verið partur av einari broyttari veiðilóggávu.
Sandvíkar eru serstakliga vælegnaðar til skjótibreytir. Við nýggjari útgerð er gjørligt at skjóta, uttan at hetta misprýðir náttúruna. Eru umstøðurnar nóg góðar letur hetta eisini møguleikar upp fyri, at ferðafólk kundu komið hendavegin á "skjótiferiu"at skotið til máls, nakað á sama hátt, sum tá ferðafólk spæla golf.
Byrsumúli skal ikki bíða longur, men hava eina skjótibreyt sum skjótast, hesum vil eg arbeiða fyri.