Skjótari Posta

Henrik Old
----

Aftan á orðaskifti í tinginum um Posta og postflutning hevur Posta sent út tíðindaskriv, har sagt verður, at eingin klaga er skrásett á Posta, samsvarandi tí sum sagt varð í tinginum.
Onkur kann út frá tíðindaskrivinum frá Posta ivast í rættleikanum av tí, ið sagt var í tinginum. Eg kann bara svara fyri meg, at eg vegna Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag ringdi tvær ferðir til Posta at gera vart við, at valfaldarin hjá okkara felag ikki var komin á rætta stað.
Fyrra áheitanin varð ringd inn til Posta kl. 20.30 leygarkvøldið undan kommunuvalinum, og fekk eg greitt at vita, at eg skuldi frætta aftur, hvat ið hent var. Eftir at posturin var borin út í Suðuroynni mánadagin dagin fyri kommunuvalið, gjørdi eg aftur Posta varhugt við, at eingin faldari var komin út, svarið var tað sama, at áheitanin varð skrásett.
Seinni havi eg fingið at vita frá Posta, at ein feilur í samanpakkingini gjørdi, at faldarin fór í ymsar bygdir í Suðuroynni, í staðin fyri til Vágs.
Sostatt kann staðfestast, at tað eg segði í tinginum var rætt.
Tó kann ein glaðast um, at smbrt. Posta fer postflutingurin í Suðuroynni, at ganga munandi skjótari, enn hann hevur gjørt í seinastuni.