Skjótari og dýrari

Fleiri virkir og einstaklingar í Føroyum nýta fast internetsamband, men skjótari ferðin verður, tess størri verður eisini rokningin. Orsøkin til prísirnar er, at kapasiteturin ikki er nóg stórur

 

KT

 

Tað eru umleið 8.500 internet felagar í Føroyum, sambært hagtølunum hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Av hesum eru tað bert góðir 250, sum hava fast samband við internetið/alnetið, t.e. tú er online allatíðina.

 

Tey, sum hava fast internetsamband hava oftani eisini eitt sera skjótt samband, har tað gongur við teirri rúkandi ferð. Tey, ið nýta vanligt uppringt samband ella ISDN samband klára ikki í nærhendis so skjótt at taka niður av alnetinum ella annað virksemi í hesum sambandi.

 

 

 

Eitt MB, ein króna

 

Hjá nógv tí størsta partinum av teimum, sum hava fast internetsamband, er talan um eina gjaldsskipan, har goldið verður eitt mánaðargjald, eitt stovningargjald og eitt gjald fyri hvørt megabeit, ið verður download(a), t.e. taka niður av netinum.

 

Hetta merkir so, at tekur tú eitt nú ímóti einum e-maili, sum fyllir 5 megabeit, so kann hetta konn taka eina heilt lítla løtu at taka ímóti, men tú mást gjalda einar fimm krónur fyri hetta, alt eftir hvat fyri hald tú hevur.

 

Við øðrum orðum ber tað so til siga, at skjótari internetsamband oftani kann merkja nógv dýrari rokning.

 

Tey flestu vilja mestir gera sær dælt av tí skjóta sambandinum og fara undir at taka meira og meira niður, tí hetta gongur ógvuliga skjótt fyri seg.

 

Eftir hvat Sosialurin skilir, so er orsøkin tann, at kapasiteturin er so mikið avmarkaður úr Føroyum á alnetinum, at hetta er ásett. Aðrastaðni síggja vit sokallað flat rate gjald, har ein føst upphædd verður goldin, men hetta setur tó framvegis sínar avmarkingar.

 

Tað er tó einki, sum forðar fyri hesum í lóggávuni.