Skjótari internet gevur milliardavøkstur

Útrokningar vísa, at skjótari internet er beina leiðin til búskaparligan vøkstur.

Hetta vísir ein nýggj kanning, sum ráðgevingarfyritøkan Copenhagen Economics leggur fram fyri donsku stjórnina í dag.
Kanningin vísir, at um ferðin á breiðbandi verður átta ferður skjótari enn nú, gevur tað ein vøksur upp á 114 milliardir krónur, ella fimm prosent av BTÚ.
Fyritøkurnar verða alsamt meira internationalar, og tað setir krøv til útbúgvingarstøðið og digitala samferðslukervið.
Kanningin vísir, at við øktari ferð á breiðbandinum verður arbeiðstíðin gagnnýtt betri. Í staðin fyri at ferðast millum støð, ber til at avgreiða uppgávur yvir netið og á videoráðstevnum.
Økti effektiviteturin hevur við sær økta framleiðslu.
At flyta ferðsluna av vegunum og yvir á netið er eisini ein vinningur fyri umhvørvið.
Atfinnarar vísa á, at Danmark hevur í alt ov lítlan mun ment seg á hesum øki, og tí singlar landið í løtuni niður eftir listanum yvir heiminst ríkastu lond.
Í dag liggur Danmark á einum 16. plássi yvir miðalferðina á breiðbandinum.