Skjótari at fremja javnstøðu við lóg

Allir fløskuhálsar, sum elva til at fólk ikki vilja flyta heimaftur, skulu burtur. Javnstøðan skal fremjast, og um neyðugt við lóg, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

- Tað er ikki javnstøða í Føroyum.

Hetta staðfestir Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Hon heldur, at tá tað er so trupult at fáa javnstøðu millum kynini, so kann tað verða neyðgt at brúka lóggávu, sum eitt amboð til tess at náa málinum um javnstøðu.

- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki hava fløskuhálsar í samfelagnum sum gera, at fólk ikki venda aftur til landið at arbeiða og virka. Barnaansing er ein trupulleiki, røkt av eldri er ein annar trupulleiki, sigur Marita Rasmussen og heldur fram.

- Eg haldi í útgangastøðinum ikki, at tað er rætt at tvinga fólk til nakað sum helst. Men tosa vit eitt nú um javnstøðu, so kunnu vit skjótari fáa framt broytingar við at lóggeva, sigur Marita Rasmussen.

Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at í upprunaligu lógini um barsilsskipanina stóð, at mamman skal taka tær fyrstu 14 vikurnar.

- Tá vit soleiðis við lóg tvinga mammuna at taka hesar 14 vikurnar, hví kunnu vit so ikki eisini við lóg tvinga pápan at taka ein part - ella at foreldrini kunnu býta barnaburðarfarloyvistíðina millum sín soleiðis sum tað passar best til familjuna, spyr Marita Rasmussen, sum heldur, at tað hevði verið ein gongd leið fyri at fingið broytt hugburðin – og harvið gjørt eina slíka lóggávu óneyðuga við tíðini.

Stjórin í Vinnuhúsinum heldur, at tað hevur stóran týdning, at land okkara sum samfelag er kappingarført við onnur lond.

- Og tá hugsi eg um øll møgulig viðurskifti. Javnstøða er eitt, búðstaðarmøguleikar og eldrarøkt eru onnur viðurskifti, sum mugu verða umleið á sama støði sum aðrastaðni. Er tað ikki tað, kunnu hesi viðurskiftini vera við til, at kvinnur ikki venda aftur til Føroyar.

Marita Rasmussen leggur dent á, at eitt nú javnstøða og barsilsskipan bara eru ein partur av heildini.

At vit hava havt javnstøðulóg nú í so mong ár hevur gjørt mun, heldur Marita Rasmussen.

Hon vísir á, at tilvitanin í vinnulívinum er størri um at seta fólk við ymiskum førleikum – og av báðum kynum.

- Eg haldi faktiskt, at sjálvt um vit ikki hava javnstøðu, so hevur støðan broytt seg síðstu árini. Tað, at vit hava javnstøðunevndina - ein stovn, sum fylgir við, tað hevur eina ávirkan. Vit síggja tað eisini, tá vit skulu tilnevna umboð til nevndir og ráð, so verður víst á javnstøðulógina. Tað haldi eg er ein postiv gongd. Javnstøðan er betri, enn hon var, og tað er so eitt úrslit, vit hava fingið burturúr higartil, heldur Marita Rasmussen, sum sannførd vísir á, at tað als ikki er nakar trupulleiki at finna kvinnur við førleika til ymsu nevndirnar og ráðini.

- Hesin trupulleiki er kortini størri í vinnuni enn í almennum samanhangi, sigur hon, tí í vinnuni eru ikki nógvar kvinnur at finna millum stjórar og leiðarar.

Hon vísir á tað faktum, at í okkara stóru vinnugreinum, fiskivinnuni, alivinnuni og í byggivinnuni, eru ikki nógvar kvinnur.

Hon sigur, at limirnar í feløgunum í Vinnuhúsinum eru fyritøkur, og har eru tað stjórarnir, sum umboða fyritøkurnar, tí eru ikki so nógvar kvinnur. Ein kvinna er forkvinna í einum vinnufelag, Gistingarhús- og Matstovufelagnum. Tað er Ása Johnsdóttir, stjóri á Hotel Hafnia. Harumframt eru kvinnur nevndarlimir í arbeiðsgevarafeløgum og vinnufeløgum.

Marita Rasmussen sigur, at um vit eru samd um, at tað er skilagott at hava javnstøðu millum kynini, og at tað er skilagott at brúka allar kreftir og allan ymiskleika, sum er í landinum, so er tað rætt at fremja javnstøðuna, og so gevur tað meining.

- Vit mugu alla tíðina hyggja eftir heildini, eftir familjulívinum hjá okkum. Og har eru so nógvir aðrir trupulleikar, so sum bústaðarmarknaðurin, sum er so einsháttaður. Skalt tú seta búgv, so noyðist tú at keypa hús ella íbúð fyri hasar tvær milliónir krónurnar, tí tú fært onga leiðuíbúð, uttan á privata leigumarknaðinum – og lutaíbúðir finnast ikki. Hetta eru týðandi viðurskifti, sum er partur av, at karmarnir ikki eru optimalir í Føroyum fyri ung fólk, sigur Marita Rasmussen.

Hon vísir eisini á, at ávísir samfelagsbólkar heldur ikki hava optimalar karmar í Føroyum - ikki bara samkynd, men eisini støk - og kanska eisini onnur, sum velja at liva sítt lív øðrvísi. Hvussu hava tey tað í Føroyum? og ber tað til at fáa lívið at hanga saman, um hugsað verður um viðurskiftini á føroyska búðstaðarmarknaðinum? spyr Marita Rasmussen.

- Eg haldi, at tað hevur týdning at tosa meira um heildina heldur enn bara um barsilsskipanina og javnstøðu. Tað verður helst lættari at tosa um javnstøðuna, tá javnstøðan er ein partur av tí samlaða kjakinum um, hvørji viðurskifti skulu fáast upp á pláss fyri at leggja viðurskiftini til rættis fyri barnafamiljur.

- Tá man sum barnafamilja verður trongdur, tí tú ikki fært pengar ella ansing, tá er tað javnstøðan, sum kemur undir trýst. Hvussu skulu tey fáa tað at fungera? Tá fyllir tað alt, tá hugsar man ikki um javnstøðuna, tí hvør er tað tá, sum oftast stitur heima? Tað eru kvinnurnar, tí tær tjena minni, sigur Marita Rasmussen, sum heldur, at ein partur av tí, at vit ikki hava javnstøðu í Føroyum er, at vit hava norðurlendska rekord í at arbeiða niðursetta tíð.

- Eg sigi ikki, at tað skal verða forboðið, fólk mugu sjálvi finna út av, hvussu tey skulu liva, men eg kundi hugsað mær, at hetta eisini ávirkar javnstøðuna, sigur Marita Rasmussen.