Skjótarí á høvuðstøðina hjá Youtube

Løgregla og sjúkrabilar í stórum tali eru komin á staðið

Fyri løtu síðani vóru fleiri skot at hoyra á høvuðstøðini hjá Youtube í San Bruno sunnan fyri San Dransisco í Kalifornia.

 

Fjølmiðlar skriva, at løgreglan fekk fleiri fráboðanir um, at skotið varð uttan fyri bygningin og boðað verður eisini frá, at fýra ella fimm fólk eru flutt á sjúkrahús eftir at tey vórðu særd, men enn er óvist um tey eru rakt av skotum, ella um tey hava meiðslað seg í royndini at sleppa til rýmingar av høvuðstøðini.

 

Og enn er óvist, hvussu støðan er hjá teimum. Tað sigst, at løgreglan hevur skotið eina kvinnu, sum skal hava latið skotini av, og boðini eru, at tað er tamarhald á støðuni. Enn er eisini óvist, hvat er á vási, um talan er um eina sjálvmorðsatsókn, um talan er um eitt álop á Youtube, ella um orsøkin er ein heilt onnur. Men tað verður eisini sagt, at ongar ábendingar eru um, at talan er um yvirgang.