Skjóta við skørpum eftir Høgna Hoydal

Kann Hanus Hansen í Klaksvík fáa ávirkan á fiskivinnupolikkin við at lata fígging til eitt nýtt Tjóðleikhús í Havn?

Nú skal Høgni Hoydal á biddaraferð í Danmark fyri fáa pengar at byggja tjóðleikhús fyri. Tað hevur andstøðan í Løgtinginum skotið landsstýrismanninum í skógvarnar í morgun.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at útvega fígging til at byggja Tjóðleikhús fyri. Tað merkir, at hann vil hava heimild til at útvega fígging aðrastaðni frá enn úr landskassanum. Her verður hugsað um kommunur, kanska fyrst og fremst tórshavnar Kommunu, grunnar, felagsskapir, fyritøkur, og annað, bæði í føroyum, og uttanlands.

 

Landskassin hevur 66,5 milliónir til endamálið, men tilsamans verður mett at Tjóðleikhúsið at kosta 180 milliónir krónur. Hinvegin metir Landsverk, at tað kann fara at kosta heilt upp í 234 milliónir krónur.

 

Fleiri tinglimir í andstøðuni speiðróku Høgna Hoydal til, at hann nú skuldi á »biddaraferð« fyri at fíggja eitt føroyskt tjóðleikhús. Samstundis ivaðust tey ikki í, at tað, fyri ein part, vera danskir grunnar, sum talan verður um.

 

Og tey í andstøðuni undrast á, at Høgni Hoydal er sinnaður at fáa uttanhýsis fígging til eitt Tjóðleikhús, tá ið sami flokkur ikki vildi hava uttanhýsis fígging til nýggja havrannsóknarskipið, ella til at listprýða Landssjúkrahúsið. Tjóðveldi hevur eisini sett spurnartekin við ætlanina hjá Novo Nordisk um diabetis-viðgerð í Føroyum.

 

– Hví lukta nakrar hundraðtúsund krónur frá danska kongshúsinum til listaverk á Landssjúkrahúsinum so illa, at Tjóðveldi vil ikki vita av tí, men uttanhýsis fígging til eitt Tjóðleikhús, luktar ikki, spurdi andstøðan.

 

Andstøðan heldur, at hetta er ikki annað enn tað bera valagn, tí vil samgongan hava uttanhýsis fígging til Tjóðleikhúsið, er óneyðugt at biðja løgtingið um tað. Hinvegin metir Fíggjarmálaráðið, at skal fígging uttanhýsis fáast til endamálið er neyðugt at fáa heimild til tað.

 

Tinglimir í andstøðuni føra eisini fram, hvussu stóran týdning tað hevur, at listin er púra fræls og frí. Men teir ivast í hvussu frælst og frítt eitt Tjóðleikhús verður, sum verður figgjað av fíggjarligum áhugamálum í vinnulívi, ella aðrastaðni.

 

Eitt nú spyr Bill Justinussen fram, um Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, kann fáa ávirkan á fiskivinnupolitikkin við at vera við til at fíggja Tjóðleikhúsið. Ella um oljufeløgini kunnu fáa samgonguna at slaka á við grøna politikkinum við at játta pengar til Tjóðleikhúsið.