Skjóta við skørpum

Tveir sigrar á rað og tíggju mál í eina viku boðar frá, at tað eru nýggjar tíðir hjá klaksvíkingum, sum rættuliga hava funnið stílin

Tveir sigrar í tíggju royndum. Tað var fasittið hjá KÍ á heimavølli undan næstsíðsta vikuskifti, tá ið tað framvegis luktaði av niður­flyting í Klaksvík.
Í tíggju teimum fyrstu roynd­unum í landskappingini á heima­vølli í ár megnaði KÍ at skora ellivu mál, og úrtøkan var sjey stig – sigrar á B68 og ÍF og javn­leikur ímóti HB.
Tølini tala, og hesa síðstu vik­una siga tey, at tað eru komnir heilt aðrir bollar á suppuna hjá sigurs­vanda felagnum. Eftir eyð­mýkjandi tap á heimavølli ímóti eitt nú 07 Vestur og B71, sum hava kós ímóti næstbestu deildini, hevur KÍ reist seg úr øskuni sum fuglurin Føniks.
Í tveimum dystum í seks dagar hava klaksvíkingar vunnið seks stig og harvið flutt seg burtur frá niðurflytingini. 5-1 ímóti NSÍ og 5-3 ímóti B68.
Og hesi bæði avrikini hava borið íblástur, sjálvsálit og fagna millum áskoðararnar við sær. Unga liðið hevur ímóti teim­um báðum liðunum av Skála­fjøðr­inum skorað tíggju mál, og hóast klaksvíkingar í verjuni vóru fittir og blíðir ímóti toftamonnum, so er tað eingin ivi um, at ein ikki so lítil partur av stóru fjøldini, sum í góða veðrinum leygarkvøldið vóru festligur karmur um hend­ingarríku uppgerðina, fara at koma aftur.
Kanska ikki allir, tí tað var tunnilsdagur leygardagin, og tí vóru heilt nógv KÍ viðhaldsfólk, sum búgva í høvuðsstaðnum og aðra staðni, í Klaksvík. Men undir­haldið og úrslitið bera við sær, at áhugin fyri KÍ av álvara er kyknaður.
Eisini tí tað kennist vera per­spektiv í bláa liðnum, sum hevur rist hóttanina av niðurflyting av sær, og nú kann brynja seg til næsta kappingarár, tá ið ambitiónirnar og málið heilt víst verður at røkka hægri enn so.
Avrikið leygarkvøldið vísti, at tað næsta ár væl ber til at ímynda sær álopsspæl, sum kann bera úrtøku til altjóða luttøku við sær. Konseptið er agressivitetur frammarlaga á vøllinum, tá ið mót­støðuliðið hevur fingið fatur á vøll­inum.
Álvur F. Christiansen mennist við risa fetum, Kristoffur Jakobsen hevur eftir aldudal funn­ið sjálvsálitið og máltevið aftur, Hjalgrím Elttør heldur fram­vegis støðið, og Nenad Stankovic tykist eisini at vera kom­in fyri seg aftur.
– Móti B36 og EB/Streymi her í Klaksvík vóru vit rættuliga verju­kendir. Ímóti NSÍ og B68 hava vit lopið á, og tað hevur riggað væl. Hóast góðu gongdina, so hugsa vit fyrst og fremst at halda tørn um plássið í deildini. Alt annað síggja vit sum eykavinning, segði Álvur F. Christiansen eftir dystar­lok.

Treiskir toftamenn
Eftir at KÍ var komið framum við tveimum málum var tað ongantíð ivi um, at øll stigini fóru at vera eftir í Klaksvík.
Fyritreytirnar hjá B68 vóru einki serligar. Fleiri av bestu mál­skjúttunum og framrættaða skjúts­inum higartil í ár vóru ikki í ferða­lagnum til Klaksvíkar. Hóast henda veruleikan, so megnaði B68 at vera við til at syrgja fyri undir­haldinum. At toftamenn skor­aðu trý mál, sigur frá, at teir hava gott tak á álopssælinum, skipað av liðformanninum Jann Inga Petersen og Ndende, men tað sigur eisini, at unga KÍ liðið fram­vegis hevur nógv at læra í verju­spælinum.
Tí tað er einki at taka seg aftur í, at ein ikki so lítil partur av teimum átta málunum, sum áskoð­ararnir fingu í leygarkvølds undir­haldinum, spurdust burtur úr per­sónligum mistøkum. Bæði frammanfyri Gunnar á Steig í KÍ málinum, og Tórð Thomsen í B68 málinum.
– Vit spældu ímóti einum góðum liði, men vit geva teimum fleiri av málunum, og so verður tað tungt. At vit skoraðu trý mál í Klaksvík átti at verið nóg mikið, men tað sigur nakað um verjuavrikið hjá okkum, at tað ikki var nóg mikið hesa ferð, stað­festi André Olsen hjá B68.
Ein partur av setninginum hjá ábyrgdarmonnunum í báð­um legunum verður at skipa verju­spælið betri. KÍ venjarin, Aleksander Djordjevic, er farin undir ta royndina. Við at flyta markanta Høgna Madsen aftur í mið­verjuna, hevur hann býtt royndu kreftirnar betri millum ket­urnar, enn tær higartil hava verið.
Nú er tað ilt at ímynda sær ann­að, enn at bæði KÍ og B68 næsta ár fara at spæla í bestu deild­ini, og hjá toftamonnum er spurn­ingurin, um eyðsýndi Christian Stokholm framvegis verð­ur í miðverjuni, ella um hon skal skipast heilt av nýggjum.
Men tá snýr tað seg um fram­tíðina. Í dag kunnu øll tey, sum leygarkvøldið vóru í Klaks­vík, skriva undir uppá, at klaks­vík­ingar rættuliga eru farnir at skjóta við skørpum, eftir at tað leingi hevur verið lítið krút í teimum!