Sundalagið: Í ár eru liðin 25 ár síðani
Sunda Byrsufelag sá dagsins ljós.
Hetta ætlar tey í felagnum ikki at lata fara aftur við borðinum uttan markering.
Í hesum sambandi verður skjótibreytin hjá felagnum opin fyri almenninginum leygardagin 16. apríl, tá øll eru vælkomin at royna seg við nøkrum skotum. Til ber at lána byrsu og patrónir. Felagið bjóðar ein drekkamunn og annað gott, so tað skuldi ligið væl fyri at lært ítróttina at kenna henda dagin.
Sunda Byrsufelag hevur í roynd og veru longu fingið eina føðingardagsgávu, um ein kann siga tað so.
Á býráðsfundi í Sunda kommunu mánakvøldið varð samtykt, at lata felagnum 6.000 krónum í stuðli til tiltøk í sambandi við 25 ára degnum.











