Seinastu dagarnar hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir, har skotið er við luftbyrsu eftir djórum.
Í fyrra førinum var talan um, at skotið varð eftir einari kettu á Mýrisnýpuvegi í Havn. Hetta var hin 15. desember. Kettan varð koyrd til djóralækna, og eitt høgl varð skorið úr henni. Hendan viðgerðin gekk væl, og kettan hóraði undan.
Seina hendingin var, tá skotið varð eftir einum hundi á Norðrasta Horni hin 20. desember. Hundurin varð somuleiðis tikin til djóralækna, og eisini her var eitt høgl skorið úr hundinum. Hann var tó so meint raktur, at hann doyði.
Bæði málini eru meldað til løgregluna, og bæði høglini eru tøk til tekniskar kanningar. Upplýst verður, at løgreglan arbeiðir við málinum.