Skjóta valstríð í gongd

– Skulu vit hava dagførda hjún­ar­bands­lóg, sum javn­set­ur hins­kynd og samkynd?

Hvussu er tað sum út­­lend­­ing­ur at koma til Før­­oy­ar?
Leggja vit nóg nógv í djór­ini?
Ber til at liva sum list­a­fólk í Føroyum?
So­leiðis spyrja tey í fel­ags­skapinum hjá teim­um samkyndu, LGBT Før­oyar, í tíðindaskrivi.
Tey siga, at hesir og aðr­ir spurn­ingar verða við­gjørdir á fyrsta al­menna valfundinum mik­u­kvøldið 12. oktober kl. 19.30 á Hvonn.
LGBT Føroyar, rørsl­an fyri før­oysk sam­kynd, tví­kynd og trans­per­són­ar, ynskir at leggja lunnar undir eitt rúm­ligt samfelag, hvørs eyð­kenni er fjøl­broytni og virðing fyri ym­isk­leik­u­num hjá hvørjum ein­­støk­um. Tí vilja vit á henda hátt varpað ljós á onn­­ur evni og økir enn tey, sum vanliga fylla í einum valstríði.
Um­­boð fyri Kvinn­­u­­hús­ið, Djóraverndarfelagið, List­a­fólk­a­sam­band Føroya og LGBT Før­oy­a­r fara at seta floks­for­­monn­unum spurn­ing­­ar.
Kom á ein øðrvísi og lív­­ligan valfund, sum spenn­ir heilt frá djór­­a­­vælferð til um­­støð­­ur­­nar hjá út­lendskum kvinn­um, javn­set­an mill­um hin­skynd og sam­kynd í lóg­gávu og kor­ini hjá lands­ins listafólkum.
Á fundinum verður eis­­ini livandi tónleikur við Mike Viderø og Bjarna Lisberg.
Øll eru hjartaliga væl­kom­in, og vónar LGBT Før­oyar, at nógv møta nú val­stríð­ið av álvara byrjar.