Bogaskjóting
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man
Hol varð sett á bogaskjótingina mánadagin, og ikki kann sigast annað enn, at føroysku skjúttarnir hava staðið seg væl.
Serstakliga í compund kappingini hevur ligið væl fyri fyrsta dagin. Hjá kvinnunum var Sigrid Vang á odda, tá mánadagurin var lagdur aftur um bak, meðan Albert E. Dam var á odda hjá monnum við Schandorff Vang í hølunum. Í liðkappingini Compund eru Føroyar klárt á odda.
Í recurve var liðið á einum fimta plássi mánadagin, eftir at skotini høvdu verið eitt sindur undir miðal hjá teimum, men enn eru fýra dagar eftir at kappast í, so tað er als ikki óhugsandi, at liðið komandi dagarnar fer at førka seg nakað upp eftir á stigatalvuni.










