Øssur Hansen var ikki við í gjár vegna skaða. Men hann frøddist sjálvsagt um tey trý stigini, sum liðfelagararnir vunnu í gjár.
– Tað var uppiborið, haldi eg. Vit spældu ikki serliga væl í stórum løtum av dystinum, og veðrið ávirkaði eisini spælið. Men vit skjóta neyðugu málini, sum skulu til fyri at vinna fótbóltsdystir, segði Øssur Hansen, sum rósti Ahmed Keita fyri sítt avrik.
Hvussu eru tit nøgdir við fyrstu níggju dystirnar?
– Tað sær í øllum førum spennandi út. Vit eru nú á fjórða plássinum, men tað er langur vegur eftir á mál. Komandi vikuskifti vitjar HB her á Svangaskarði, og tá mugu vit fáa fult, um vit skulu hanga í, segði Øssur Hansen.
-uni










