Skjóta nú í Vágum

Bogaskjóting

Týskvøldið í farnu viku varð stovnandi aðalfundur fyri nýggjum bogaskjótifelag hildin í skúlanum á Giljanesi.
Seinastu tveir mánaðirnar hevur verið arbeitt við at seta á stovn bogaskótifelag í Vágum. Stigtakari er Øssur Hansen úr Vestmanna, sum hevur savnað nakrar nýggjar bogaskjúttar, sum vóru sinnaðir at stovna felagið.
Á fundinum varð fyrsta nevndin vald og teir sum manna nevndina eru Øssur Hansen úr Vestmanna, Tróndur Ravnsfjall og Ingi Joensen úr Miðvági. Tiltakslimir eru Jákup Gardar Joensen úr Sandavági og Tórfinn Hansen úr Miðvági. Nevndin skipar seg í næstum.
Felagið, sum hevur heimstað í Miðvági, hevur ikki fingið navn enn. Endamálið hjá felagnum er at íðka bogaskjóting og verða við til at menna hesa ítróttargrein.