Skjóta metal

Compound skjúttarnir fáa nærum við vissu gull, og eisini røkist fyri einum heiðursmerki í recurve hjá monnum

 

Bogaskjóting


Ikki kann sigast annað enn, at ferð er á ørvunum hjá føroysku skjúttunum á Isle of Man.

Hósdagurin var triði kappingardagurin, og hóast seinasta umfarið ikki varð skotið fyrr enn fríggjadagin eftir evstamark okkara, so er lítið at ivast í, at talan verður um fleiri heiðursmerki til Føroyar.


Compound

Síðani compound-skjótingin kom á skránna á leikunum, hevur føroyska liðið staðið seg avbera væl, og árið í ár er einki undantak í so máta.ð

Hjá monnunum sita føroyingar á trimum av fýra teimum ovastu sessunum, og lítið bendir á, hetta verðu broytt á seinasta degnum.

Teir báðar fyrstu dagarnar hevur tað verið Albert E. Dam, sum hevur verið fremstur í kappingini, meðan svágurin og verjandi Oyl-meistarin, Schandorff Vang hevur verið nummar tvey. Hetta broyttist tó hósdagin, tá tað gekk rættiliga illa hjá Per, meðan Schandorff hinvegin gjørdi sera fá mistøk, soleiðis at hann nú er 16 stig framman fyri Per. Á fjórða plássinum er Per Holm Andersen, so talan er nærum um føroyskt fullveldi á økinum.

Hjá kvinnum er Sigrid Vang framvegis á øðrum plássi, og eftir ein ikki alt ov góðan dag hjá Sigrid, er munurin upp til fremsta plássið vaksin í 16 stig. Heili 68 stig eru til triðja plássið, so silvurmerkið tykist í øllum førum at vera heima, eins og gullið í liðkappingini er tað. Har eru Føroyar knøpp 100 stig framman fyri silvurmerkjakandidatarnar av Guernsey.


Recurve

Hjá revurve liðnum royndust teir báðir fyrstu kappingardagarnir einki serligt, men nú er vend av álvara komin í. Undan hósdegnum var Hans Petur Højgaard á fjórða plássinum, har hann hevði 20 stig upp til bronsumerkið, men eftir hósdagin stóð betri til.

Hans Petur liggur nú væl fyri á øðrum plássinum, har hann hevur 21 stig upp til fremsta sessin og heili 39 stig niður til silvurmerkini. Poul Martin Joensen og Bjarni Rasmussen eru á ávíkavist 13. og 18. plássinum.

Hjá kvinnum er kona Bjarna, Annlott Rasmussen, á sætta plássi, og samanlagt gevur hetta eitt fimta pláss til recurve liðið.