Skjóta eftir tele-útgerð í Grønlandi

Ein afturvendandi trupulleiki, sigur tekniski stjórin

Grønlendska Tele-Post upplivir javnan, at skotið verður eftir mastrum og øðrum útbúnaði. Umframt at oyðileggja útbúnaðin, er hetta eisini vandamikið, sigur Tele-Post sambært Sermitsiaq.

Undir vanligari eftirlitsferð varnaðist ein deild hjá Tele-Post, at skotið hevði verið við riflu móti bæði útbúnaði og sjálvari støðini á Lyngmarks Fjalli við Qeqertarsuaq.

Hetta er ikki heilt vandaleyst, sigur Kim Hammond Zinck, deildarleiðari hjá transmissiónsdeildini hjá Tele-Post, sum øtast við tankan, um hvat kundi hent, vóru starvsfólk til staðar á støðini.

Tekniski stjórin í Tele-Post, Jonas Hasselriis, sigur fyri Sermitsiaq, at hetta er ikki nakað eindømi.

– Vit hava sæð tað fyrr, men mann verður sjálvandi bilsin, tá mann sær skothol í infrastrukturinum, sum mann hevur bygt, og mann verður nervøsur fyri, hvat kundi hent, sigur hann.

Umframt skottilburðirnar er heldur ikki óvanligt, at børn klatra í mastrunum hjá Tele-Post, og best hevði verið, um tey ikki gjørdu tað, heldur tekniski stjórin.

– Fyrst og fremst kunnu børnini koma til skaða, men tað kann eisini ganga út yvir útgerðina og sostatt eisini telesamskiftið, sigur Jonas Hasselriis, tekniski stjóri í Tele-Post, við Sermitsiaq.