Skjóta aftur stórhval

Íslendska hvalaveiðan varð tikin uppaftur í dag, men ætlanin er ikki at skjóta alla kvotuna í ár. Íslendsku hvalabátarnir hava fingið loyvi til at skjóta 30 sildrekar til vinnuligt endamál fyri 1. september, men higartil eru bara tveir skotnir.

Í dag sluppu bátarnir útaftur, og ætlanin er at skjóta millum 10 og 15 sildrekar til vinnuligt endamál. Sambært Morgunblaðnum fer tað at geva so mikið av tvøsti, at tað fer at nøkta tørvin á heimamarknaðinum til næsta summar.

Um mánaðarskiftið august-september ætla íslendingar at skjóta seks sildrekar aftruat sum lið í vínindaligum kanningum.