Skjót samanlegging er frægast

- Politikararnir taka avgerðirnar og síðan boða teir frá síni støðu. Hetta haldi eg er rætti máti at gera tað uppá, sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya. Hann vónar, at landsstýrið fer at arbeiða skjótt við málinum um samanlegging, soleiðis at pínan hjá teimum, sum kenna seg ótrygg við eini samanlegging, ikki verður drúgvari enn neyðugt

Samanlegging

- Eg fekk fráboðanina um samanleggingina av Landsbankanum og Hagstovuni antin saman dag ella dagin fyri, at landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi boðaði frá avgerðini hjá landsstýrinum og samgonguni.
Hermann Oskarsson sigur, at landsstýrið sjálvsagt hevur viðgjørt hetta málið politiskt, og tá ið politiska viðgerðin var liðug, og semja var um málsetningin, boðaði landsstýrið frá síni avgerð.
- Eg haldi, at hetta er rætti máti at gera tað uppá, sigur stjórin á Hagstovu Føroya.

Veit einki

Hermann Oskarsson sigur, at hann ánar ikki, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at leggja stovnarnar saman.
- Eg veit bara, at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at ein stýrisbólkur skal setast at standa fyri samanleggingini, og til at manna henda bólkin eru nevndir aðalstjórin í fíggjarmálaráðnum, stjórin á Gjaldstovuni og báðir stjórarnir í Landsbankanum og á Hagstovuni.
Stjórin á Hagstovuni hevur ikki hug at gera nakrar serligar viðmerkingar til samanleggingina, so leingi hann ikki veit, hvør ítøkiliga ætlanin hjá landsstýrinum er.
- Tað er tað ítøkiliga og administrativa í hesum, sum er áhugavert, og fyrr enn vit kenna hesar ætlanir, haldi eg tað ikki vera rætt at gera nakrar serligar viðmerkingar til málið, sigur Hermann Oskarsson.
Spurdur, um verandi stovnsleiðarar vita nakað um, hvar
landsstýrið ætlar, at nýggi stovnurin skal halda til, sigur hann:
- Nei, tað veit eg einki um.
Hann vísir á, at Hagstovan húsast í sama bygningi sum eitt nú Fíggjarmálaráðið, men Hermann dugir ikki at síggja, hvussu pláss kann útvegast í verandi hølum fyri bæði hagstovu og landsbanka, um so skuldi verið.
Á Hagstovu Føroya arbeiða eini 15-16 fólk, og Hermann sigur, at hann leingi hevur ynskt sær fleiri fólk á stovnin.
Í Landsbankanum arbeiða eini 9-10 fólk.

Arbeiða skjótt

Stjórin á Hagstovuni sigur seg vóna, at landsstýrið fer at arbeiða skjótt við hesum máli, soleiðis at pínan hjá teimum, sum kunnu kenna seg ótrygg við eini samanlegging, ikki verður drúgvari enn neyðugt.
- Tað er altíð keðiligt, tá ið fólk hava slíkar broytingar hangandi yvir høvdinum á sær ov leingi, heldur hann.
Hermann sigur seg hava skilt, at fyrsti fundur hjá
stýrisbólkinum verður rættiliga skjótt, og tá verður so ætlandi sett hol á hetta arbeiði.
At enda vísir stjórin á Hagstovu Føroya á, at Hagstovan er ein meira "simpul" stovnur, sum savnar og ger hagtøl burtur úr tøkum taltilfari.
- Hinvegin er Landsbankin ein stovnur við "breiðari" uppgávum, sum umsitir pening og kredittvirðið hjá landskassanum, sigur Hermann Oskarsson.