Skjót journalistin!

Sonevnda pressusentrið á oyggjaleikunum liggur væl fyri sum partur av stóra Clickamin ítróttardeplinum, sum er sjálvt hjartað á oyggjaleikunum. Heldur forkunnugt, so er sjálvur fjølmiðladeplin innrættaður í hølum, sum vanliga verða nýtt sum skjótibreyt, so skelti um nýtsul av oyraverndum og um at taka fyrilit fyri skjótingini eru partur av veggjaprýðinum í hølunum.