Fiskidagar
Fiskirannsóknarstovan hevur nú latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sítt tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Um toska-, hýsu-og upsaveiðina fyri fiskiárið, 2005/2006, hevur Fiskirannsóknarstovan í høvuðsheitum hesi tilmæli:
1. At fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu
og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 hk (Bólkur 3, 4 og 5) verður minkað við 30% og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10%.
2. At serliga toska-og hýsukvotan hjá lemmatrolarum yvir
500 hk (Bólkur 1) verður tikin av.
3. At fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) í fiskiárinum 2005/2006 verður minkað við 15% og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10 %.
4. At dagatalið á Føroyabanka verður minkað niður á árliga støðið í 1996-2002.
5. At serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Føryabanka og upsa undir Føroyum eiga at halda fram.
Um eina slaka viku kemur skipanarnevndin við sínum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Skjót avgerð
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur heft seg við, at Fiskirannsóknarstovan hesaferð ikki mælir til skerjingar yvir ein "kamb", sum hon hevur gjørt undanfarin ár, men mælir til ymiskar skerjingar hjá ymisku skipabólkunum.
Spurdur, um hann fer at fylgja tilráðingunum hjá Fiskirannsóknarstovuni, sigur landsstýrismaðurin, at tað dugir hann einki at siga um í løtuni.
- Um nakrar dagar fái eg tilmælið hjá fiskidaganevndini, og tá fari eg at meta um støðuna.
Landsstýrismaðurin sigur, at um Fiskirannsóknarstovan heldur, at trýstið á fiskastovnarnar er ymiskt ? hjá ymisku skipabólkunum, eigur stovnurin sjálvandi at gera vart við tað. Hinvegin var vinnan við til at gera fiskidagaskipanina, og tí kann tað skapa trupulleikar, um møguligar skerjingar verða ymiskar ? frá einum skipabólki til annan.
- Men, leggur hann aftrat, at semja er kanska ikki millum skipabólkarnar kortini.
Bjørn Kalsø vísir á, at hann hevur havt ein 3-mannabólk sitandi, sum hevur hugt at veiðitrýstinum.
- Metingin hjá bólkinum er, at veiðitrýstið er økt, hóast veiðiloyvini eru færri, men økingin er eftir øllum at døma ikki so ógvuslig.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at hava øll hesi viðurskifti í huga saman við teimum veruleikum, sum eru, tá ið hann fer at áseta fiskidagatalið fyri komandi fiskiár.
- Eg havi ætlað mær at tikið eina rímiliga skjóta avgerð um fiskidagarnar, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.