Vatikanið í Rom hevur nú kunngjørt, at tað fer at lata almenningin fáa atgongd til skjøl, sum viðvíkja tíðarskeiðinum undan seinna heimsbardaga.
Nógvir søgufrøðingar og jødiskir felagsskapir hava leingi biðið um at fáa atgongd til skjøl, sum snúgva seg um pávan Pius XII, sum doyði í 1958. Vatikanið sigur, at skjølini, sum almenningurin fær atgongd til, viðvíkja tíðarskeiðinum frá 1922 til 1939.
Eugenio Pacelli, sum pávin tá æt, umboðaði Vatikanið í týska høvuðsstaðnum Berlin, áðrenn hann gjørdist pávi, og jødiskir felagsskapir vilja vera við, at hann gjørdi lítið og einki fyri at steðga jødatýningini í Týsklandi undir seinna heimsbardaga. Ein talsmaður hjá jødiska felagsskapinum í Italia er vónsvikin av avgerðini hjá Vatikaninum, tí felagsskapurin heldur skjølini frá krígsárunum frá 1939 til 1945 vera tey týdningarmestu. Men tey vil Vatikanið ikki lata almenningin síggja ? ikki enn í hvussu er.










