KÍ ÁLOPSSPÆLARI
KÍ hevur trupulleikar at gera mál. Tað varð aftur staðfest sunnudagin, tá ið klaksvíkingar bara skoraðu eina ferð, hóast teir høvdu fleiri møguleikar.
Seinnapartin fríggjadagin boðaði KÍ frá, at teir høvdu gjørt avtalu við 35 ára gamla danska álopsspælaran, Christian Lundberg, um, at hann skal spæla í Klaksvík tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Aksel Johannesen, formaður í KÍ fótbóltur, hevur havt samskiftið við danska spælaran. Aksel hevði vónað, at Christian Lundberg fór at koma henda vegin í morgin, men nú staðfestir hann, at tað verður ikki fyrrenn í næstu viku:
- Hann spælir í Skive, sum er fremst í Danmarksseriuni, og teir vilja hava hann at vera har, inntil teir eru fluttir upp. Skive er oddalið, og teir vunnu í vikuskiftinum, tá ið Christian Lundberg skoraði eitt mál, og John Petersen, hjálparvenjarin á landsliðnum, skoraði tvey mál. Teir liggja væl fyri, men uppflytingin er ikki tryggjað, og tí er fráferðin úr Danmark útsett, sigur Aksel Johannesen.
Christian Lundberg harmast um, at tað ikki ber til at koma í hesi vikuni:
- Eg hevði fegin viljað verið við í fjórðingsfinaluni hósdagin og í landskappingardystinum leygardagin, men tað ber ikki til. Eg eri ikki sáttmálabundin í Skive. Men eg eri uppvaksin her, og tað eru fólk í og kring felagið, sum hava stuðlað mær rættuliga væl, og tað kann eg ikki bara renna undan. Vit skulu spæla í vikuskiftinum og so aftur hósdagin. Tað hevði verið burturvið at brent brýr her nú, sigur Christian Lundberg, sum harmast, tá ið hann frættir, at KÍ bara fekk eitt mál á heimavølli móti GÍ.
Teir megna ikki at skjóta mál. Tí hava teir keypt teg. Fert tú at skjóta málini, sum skulu til?
- Tað er sjálvandi trýst at fáa lagt á seg, tá ið tað verður sagt upp á handa mátan. Eg eri vanur við, at tað verður roknað við, at eg skal skjóta mál, og eg plagi at skjóta mál. Tað havi eg eisini gjørt í Skive, har eg í átta teimum seinastu dystunum havi skorað níggju mál. Eg vóni og vænti, at eg eisini fari at gera mál í Klaksvík.
Hvat veist tú um føroyskan fótbólt?
- Einasta ferðin, at eg havi verið í Føroyum, var í 1991, tá ið eg var á Vejle liðnum, sum spældi móti landsliðnum í Havnini. John Petersen og eg spæla saman her í Skive, og eg tosi sjálvandi við hann. Eg veit um føroysku spælararnar í donskum fótbólti. Eg rokni Toda Jónsson at vera ein tann besta spælaran, sum yvirhøvur hevur verið í superliguni. Tað var harmuligt, at skaðar skuldu darva honum so nógv. Hann kundi spælt alla staðni. Og so veit eg um Andrew av Fløtum, Jón Róa Jacosben og Súna Olsen.
Hvat støðið roknar tú við at koma til?
- Betri enn tað eg nú spæli á. Eg veit tað ikki, men eg rokni við, at bestu liðini í Føroyum kundu spælt í næstbestu donsku deildini, sigur Christian Lundberg, sum fyribils er bundin at KÍ restina av hesum kappingarárinum.
- Eg vóni, at tað fer at hilnast so mikið væl, at eg kann halda fram í Klaksvík næsta ár. Men nú fáa vit at síggja. Eg taki hetta sum stóra avbjóðing og persónliga uppliving.
Søgan
Christian Lundberg hevur spælt í superliguni, har hann hevur umboðað FC Midtjylland, AB, eitt legg í grikskum fótbólti, AaB og Randers FC. Har var hann loystur frá sáttmálanum í fjør:
- Eg havi altíð havt tað sum blomman í egginum. Í fjør fekk eg trupulleikar við hjartanum, sum góvu seg til kennar við, at eg kendi meg innistongdan og trongdan. Læknarnir søgdu, at eg hevði eyka kaðal úr hjartanum. Eg varð skurðviðgjørdur, og tað gekk fínt. Men hetta tyngdi meg sinniliga í meiri enn eitt hálvt ár, og eg bað um at vera loystur úr sáttmálanum við Randers, hóast vit høvdu spælt okkum í fjórðingsfinaluna í steypakappingini, sum Randers nú hevur vunnið, og hóast vit lógu til at flyta upp. Eg gavst at spæla fótbólt. Eftir tríggjar mánaðir kendi eg meg væl, og síðani havi eg hjálpt Skive, og nú kom so tilboðið úr Klaksvík.
Hvussu ert tú fyri?
- Væl hóast tað resta tíggju prosent í toppformin. Nógvu royndirnar telja rætta vegin, og eg vóni, at tað fer at bera mær til at sleppa beinleiðis inn á KÍ liðið. Har fari eg at verða vigaður út frá málskjótingini. Tað skilji eg væl, og eg stúri ikki fyri tí, sigur maðurin, sum í Klaksvík er keyptur at verða bombari á sama hátt, sum eitt nú Kurt Mørkøre var tað!










